Klaksvíksbólkurin hevur lagt út eitt videolag frá Fjarðafestivalinum, sum var um vikuskiftið Sum vit hava skrivað um fyrr her á planet.fo, so var tað eitt heilt nýtt Credo, ið trein á pall á Fjarðafestivalinum.
Nú kunnu tey, sum ikki vóru á festivali um vikuskiftið, síggja og hoyra, hvussu tað ljóðaði hjá Credo. Á MySpace síðuni hjá teimum liggur eitt videobrot frá teirra framførslu á Fjarðafestivalinum. Ljóðgóðskan er ikki tann besta, men videogóðskan er rættiliga góð.
Hygg eftir videobrotinum
her<a>.