Credo spælir á Summar Festivalinum

Bólkurin, sum spældi fyrstu uttandura konsertina á Summar Festivalinum nakrantíð, verður nú aftur at hoyra á festivalinum í Klaksvík Fyrsti tónleikabólkurin, sum spældi á stóra pallinum á Summar Festivalinum, var Credo.

 

Ein leygardag seinnapart fyri fimm árum síðani fóru teir ungu tónleikararnir á pallin á Vágsbøi og spældu fyrstu uttandura konsertina har.

 

Nú verður Credo aftur at hoyra á Summar Festivalinum, og nógv er hent síðani góðveðursdagin í 2004. Credo telist í dag millum bestu føroysku gospelrockbólkarnar. Teir spæla framrættaðan rocktónleik og leggja dent á at hava góð løg og viðkomandi tekstir.

 

Fýra tónleikarar manna Credo, og teir hava allir verið við í bólkinum, síðani fyrstu fetini vóru tikin í 2003, tá ið bólkurin var við til Gospelprixið.

 

Síðani hevur Credo spælt til nógv ymisk tiltøk, og teir hava eitt nú havt frálíkar framførslur á Fjarðafestivalinum.

 

Nú verða teir so aftur at hoyra á festivalinum, har teirra stóru framførslur byrjaðu fyri fimm árum síðani.

 

Manningin í Credo er: Hans Andrias Olsen, Alvin Ellebye Andersen, Leivur Vitalis og Rógvi Sivertsen.