Credo á Fjarðafestivalin

Bólkurin, sum gjørdi come-back á Fjarðafestivalinum í fjør, verður aftur at síggja í ár Á Fjarðafestivalinum 2007 gjørdu Klaksvíkarbólkurin Credo comeback við eini rimmar konsert, sum veruliga vísti tað nýggja Credo. Aftur í ár er Credo við á festivalinum.

 

Bólkurin Credo bleiv stovnaður í 2003 av Leivi Vitalis, Hans Andriasi Olsen og Alvin Ellebye Andersen. Teir fingu tveir tónleikarar afturat sær, sum tó ikki eru við longur. Eftir at hava klárað seg væl til Gospel-prix, fóru teir undir at spæla konsertir javnan, og vóru teir væl dámdir. Mitt í 2005 byrjaði so at minka við konsertum, tí allir høvdu nógv at gera, og tað bleiv tí ikki nógv tíð til venjing og framførslur. Í 2007 byrjaðu teir tó aftur. Manningin í dag er: Hans Andrias Olsen - trummur, sang, Leivur Vitalis - bass, guittar, sang, Rógvi Sivertsen ? guittar, Alvin Ellebye Andersen - keyboards, Guittar og programmering.

 

Les um og hoyr Credo á www.myspace.com/credofo ella á www.credo.fo