Credit Suisse í søguligum falli á børsinum

Partabrævið fall 60 prosent, eftir at sveisiski bankin UBS samdist við Credit Suisse um yvirtøku av bankanum.

 

Í gjár gjørdu UBS eina avtalu við Credit Suisse um at keypa bankan. (Arkivfoto). - Foto: Michael Buholzer/Ritzau Scanpix

Kreppurakti sveisiski bankin Credit Suisse fall í morgun meira enn 60 prosent á partabrævamarknaðinum.

Tað er størsta fall bankans nakrantíð, skrivar tíðindastovan Reuters.

Tað hendir, eftir at UBSm ein annar sveisiskur banki, í gjár samdist við Credit Suisse um at taka yvir bankan fyri tríggjar milliardir sveisarfrankar – umleið 22,7 milliardir krónur.

Tað svarar til, at Credit Suisse-partabrøvini eru keypt fyri ein triðing av virðinum, sum tey høvdu, tá partabrævamarknaðirnir lótu aftur fríggjadagin.

Fallið hjá partabrævinum er altso ein natúrlig avleiðing av lága keypsprísinum.

Tað tykist eisini, sum um íleggjarar eisini revsa UBS, tí partabrævið hjá hesum bankanum er fallin 15 prosent í morgun.

Teir báðir bankarnir hava um vikuskiftið arbeitt við at røkka semju um avtalu, eftir at Credit Suisse er komin undir trýst, tí bankakundar hava tikið stórar peningaupphæddir úr bankanum.

Í ársroknskapinum hjá bankanum kom fram týsdagin, at kundar í síðsta ársfjórðingi høvdu tikið umleið 120 milliardir dollarar, umleið 847 milliardir krónur, úr bankanum.

Avtalan um keypið hevur eisini við sær, at sveisiski miðbankin setur eina trygd fyri gjaldføri upp á 100 milliardir frankar, sum svarar til 755 milliardir krónur.

Forsetin í Sveis, Alain Bersen, lýsti á tíðindafundi í gjár avtaluna millum teir báðar bankarnar sum best møguligu loysnina fyri at endurreisa álitið á fíggjarligu skipanina.

Yvirtøkan hjá UBS »endurreisir álitið, sum hevur vantað á fíggjarmarknaðinum seinastu tíðina«, segði Berset sambært tíðindastovuni AFP.

Men soleiðis sær tað kortini langt frá út til at vera í morgun.

Eisini í restini av Evropa síggja partabrøvini út til at verða ávirkað av óvissuni, sum í bankageiranum í løtuni.

Deutsche Bank fall stutt eftir, at børsurin lat upp, við meira enn tíggju prosentum.

Í Danmark fullu partabrøvini hjá Danske Bank og Jyske Bank meira enn fimm prosent.

Partabrævið í BankNordik er í morgun fallið um tvey prosent til 168.

Tilsamans er danska C25-indeks minkað við 1,2 prosentum

/ritzau/

 

 

Í gjár gjørdu UBS eina avtalu við Credit Suisse um at keypa bankan. (Arkivfoto). - Foto: Michael Buholzer/Ritzau Scanpix