Credibility gap

Eyðfinnur Jacobsen,advokatur
-----

ella trúvirðisgjógv, sum tað eitur á føroyskum, er tað orðið, sum oftast kemur mær til hugs, tá eg hugsi um, hvat tað er, sum eyðkennir støðuna millum fólkið og tey ráðandi í okkar lítla samfelag.
Vit uppliva ferð eftir ferð, at samband er ikki ímillum orð og handling hjá teimum fólkavaldu. Sum dømi kan nevnast fráboðanina hjá einari samdari mentunarnevnd í løgtinginum í 2006 um at Kvf skuldi niðurlaga sítt lýsingarvirksemið yvir eitt 5 ára tíðarskeið og staðfestingina av tí sannroynd nú í 2012, at handilslýsingarvirksemið hjá Kvf heldur er uppraðfest enn niðurlaga.
Eitt tað feskasta dømi er broytingina í eftirlønarskattinum. Hósat eygamálið hjá mær í hesum blað 7. mars í ár júst snúgi seg um hetta evnið, kenni eg meg eftir umstøðunum kortini noyddan til at taka hetta málið uppaftur.
Uttan nakað hóvasták og forarbeiði og enntá ímóti ráðgevingini hjá embætisverkinum í Fíggjarmálaráðnum, samtykti løgtingið í einari handavending at broyta skatt av eftirlønum grundleggjandi. Broytingin at skatta eftirlønargjaldið, tá tað verður goldið inn til eftirlønarveitaran afturímóti, sum higartil, tá eftirlønin verður rindað út til eftirlønarmóttakaran, hevur tvær ógvusligar broytingar við sær. Tann fyrsta er, at skattaprosentið er hækkað upp í 40%, og hin er, at eftirlønarveitarin (eftirlønarkassin) fær 40% minni í inngjøldum, enn avtalað er millum partarnar.
Higartil hava flestu eftirlønir verið skattaðar við einum munandi lægri prosentið enn 40, av tí, at eftirlønin við útgjald nærum ongantíð er hægri enn 60% av inntøkuni, sum ein eftirlønartakari hevði frammanundan. Talan er sostatt um eina munandi skattahækking, hóast samgongan hevur selt skattalógarbroytingarnar (flatskattin), sum eina skattalækking.
Føroyskir eftirlønarveitarar hava sjálvsagt skyldu til at fyljga landsins lógum. Tí hava teir innrættað seg tekniskt so, at eftirlønarinngjøld áðrenn og aftaná 1. januar í ár, verða hildin atskild. Somu skyldu hava útlendskir eftirlønarveitarar ikki. Av somu orsøk koma øll tey, sum hava avtalur við útlendskar eftirlønarveitarar, í stórar trupulleikar, bæði í samband við at halda tær avtalur, sum eru gjørdar í góðari trúgv og í sambandi við skattin av eftirlønum, sum tey koma at rinda skatt av tvær ferðir, um løgtingið ikki broytir lógina, so tey fáa loyvi til at halda fram eftir verandi skipan, sum væl at merkja er tann sama, sum løgtings-og landsstýrismenn, sum teir einastu, saman við tænastumonnum landsins, fáa loyvi at varðveita.
Góðu ráðandi her á landi. Tit vita fram um onnur, at vit liva í einari globaliseraðari verð. Tað stendur tykkum frítt fyri at gera av, at Føroyar skulu skatta eftirlønir við inngjald, hóast Føroyar eru einsamallar um hesa skipan í globaliseraðu verðini. Men, eg haldi, at tit skylda teimum samborgarum, sum í góðari trúgv hava gjørt avtalur við útlendskar eftirlønarveitarar, at fáa loyvi til at halda fram við at skatta eftirlønir, sum higartil og við hesum sleppa undan tvískatti og ikki minst, tá hesir samborgarar í roynd og veru tá ikki fáa onnur rættindi, enn tit sjálvir longu hava.