Hestahalar og rottuhalar ruggaðu í takt, tá Creamy tók øll á bóli við tveimum imponerandi konsertum í vikuskiftinum.
Bassi á vegginum, Nósi á pallinum, og millum gular jakkar, grønar troyggjur og reyðar buksur smeyg poppurin sær lættliga og lívliga runt í høllini.
Leygardagin var hálvføroyski poppbólkurin á palli í Havn, og tað gjørdist til eina rættiliga sigursferð hjá donsku barnasangunum. Sunnudagin var sama skil í Runavík.
Creamy er meira enn bara Rannvá og Rebekka, tað er eitt stórsligið og professionelt konsept, sum til fulnar klárar at halda høga ferð í ein tíma. Creamy fingu børnini ? og tey vaksnu ? at liva við, syngja við, dansa við og klappa við.
Tær báðar genturnar, sum eru andlitið hjá Creamy, eru fram úr á pallinum. Tær vóru tryggar í øllum pørtunum av framførsluni, og tær dugdu serstakliga væl at upptraðka.
Creamy var betri, flottari og størri, enn tey flestu mundu hava væntað, og í hesum liggur eisini ein orsøk til, at tey knapt 4000 fólkini, sum vóru á konsert í vikuskiftinum, fingu eitt hugtakandi og stuttligt upplivilsi.
Tey vóru einfalt tikin av fótum.
Kulu røturnar
Bæði í Havn og Runavík vóru tað Kular Røtur úr Klaksvík, sum hitaðu upp í stívliga 20 minuttir, og føroyska ískoytið stóð einki aftanfyri tað danska høvuðsnavnið, tá tað kom til tónleik og sang. Tað hendi meira á pallinum, tá Creamy legði til brots, men Kulu Røturnar hava avgjørt nakað at byggja á.
Sangirnir eru frálíkir, og teir rigga væl á konsert. Jógvan Hansen og Arnfríð Lützen, sum syngja sangirnar hjá rótunum, eru tveir góðir sangarar, og hesa ferð mundi yngra systur Arnfríð, Rannvá, taka mong á bóli, tá hon sang sangin um Nósa saman við stórusystrini. Ein hugtakandi framførsla, sum mann fara verða viðvirkandi til, at Rannvá verður meira at hoyra framyvir.
Kular Røtur sungu um Bilin hjá okkum, Veru, 20 robottar og Grønar menn frá Pluto. Allir sangir, sum komu út á fløgu stutt fyri jól. Klaksvíkingarnir endaðu við eini forpoppaðari útgávu av kenda barnasanginum um at klappa, trampa og floyta, tá lagið er gott.
Eftir konsertirnar er tað ikki undarligt, um maðurin aftanfyri Kular Røtur, Steintór Rasmussen, bæði klappar, trampar og floytar.
Kular Røtur vóru kul!
Við fullari ferð
Creamy vóru á pallinum í tvær ferðir hálvan tíma, og serliga fyrra hálvan var væl eydnað.
Frá tí at tær fyrstu ferð skreiddu inn á pallin, og til tær fóru avaftur pallinum hálvan annan tíma seinni, var full ferð á. Saman við Rannvu og Rebekku vóru eisini onnur fólk á pallinum, og tað gjørdi, at tað hendi nógv.
Tveir ungir dreingir dansaðu og upptraðkaðu, tveir tónleikarar spældu ávíkavist percussion og keyboard, og ein frálík sangarinna sang við. Hon hevði fingið pláss í einum horni av pallinum, og hon skuldi ivaleyst líkjast eini kórsangarinnu, men hon sang fyri tað mesta saman við Rebekku og Rannvu, og tá røddir eisini vóru við í playback-tónleikinum hevði tað við sær, vokalparturin stóð sterkur allatíðina.
Saman við fólkunum var ein øgrynna av búnum og aðrari útgerð flogin til landið. Fleiri risastórir figurar vóru blástir upp á pallinum, genturnar og dreingirnir skiftu alla tíðina klæði, og nógv varð gjørt burtur úr at geva tónleikinum eitt eyka spark í afturpartin.
Og tað eydnaðist. Tað gekk skjótt og gott fyri seg allatíðina. Timingin var nærum fullkomin, og heldur ikki eitt tekniskt brek móti endanum av konsertini hevði nakra serliga ávirkan, hóast tað var um at gerast ein trupulleiki, at anleggið eftir øllum at døma var fyri einum blackouti í ein ella tveir minuttir.
Fæl fyriskipa
Donsku sangirnir hjá Creamy hava veruliga fangað føroysku børnini, sum sungu við av fullum hjarta.
Æblemand, Krabbesangen, Se min kjole og allir hinir kendu barnasangirnir vóru útsettir fyri teldupopp, og tað var gjørt so sannførandi, at tað mundi verða tey fægst sum ikki lótu stórtá dansa í takt við tónleikin onkra løtuna.
Tað sást eisini, at Rannvá var ikki sørt fegin um at verða á palli í Føroyum. Hon tosaði stundum føroyskt millum sangirnar, og vinkonan Rebekka hevði eisini lært seg onkran føroyska setning til konsertirnar.
Stóra fjøldin av børnum, ungum og vaksnum hungaðu sær, og tað var ein fragd at síggja, hvussu væl konsertirnar vóru fyriskipaðar. Aðrar konsertir kundu lært nógv av hesum konsertum, sum byrjaðu til tíðina, høvdu gott undirhald og góðan stemning alla tíðina.
Kanska er tað lættari at hava konsertir við børnum, men tað vóru næstan 2000 fólk á hvørjari konsert, og tað skal ein góður og professionellur innsatsur til fyri at gera ein slíka konsert til eitt gott upplivilsi hjá øllum.
Creamy og Kular Røtur góvu føroyingum tað besta innan tónleikarligt undirhald til børnini á konsertunum í Havn og Runavík.
Tað krimaði. Og tað var kul.