Nú er greitt, at poppduoin Creamy, sum føroyska Rannvá Joensen mannar saman við donsku Rebekku Mathew, fer á pallin í Havn eisini.
Konsertin, sum verður í Runavík sunnudagin 20. februar, var útseld eftir fáum døgum, og síðani tá hevur verið tosað um at hava eina eykakonsert í Havn.
Samráðingar hava verið millum fyrireikararnar og umboðsfólk hjá Creamy, og nú er avtalan komin undir land. Sostatt fer bólkurin, sum syngur kendar danska barnasangir, á pallin í ítróttarhøllini á Hálsi leygardagin 19. februar kl. 17.00
Tað er hondbóltsfelagið Kyndil, sum skipar fyri hesi konsert, meðan Kappróðrarfelagð NSÍ skipar fyri konsertini í Runavík.
MIllum 1800 og 1900 fólk hava keypt atgongumerki til konsertina í Runavík, og pláss er fyri eins nógvum fólkum í høllini á Hálsi.
Atgongumerkini til hesa eykakonsertina vórðu sett til sølu í gjárkvøldið, og tey fáast á flestu Statoil-støðum í landinum umframt á Kunningarstovuni í Havn.
Saman við Creamy fara Kular Røtur úr Klaksvík at spæla. Ein fløga og eitt sjónband komu við Kulu Røtunum fyri jól, og hesi hava selt væl. Sangir sum Bilurin hjá okkum og Brúsi hava verið nógv spældir síðani.










