Creamy byrjar konserferð í Føroyum

10. februar fer hálvføroyski poppbólkurin úr Danmark at hava konsert í ítróttarhøllini í Runavík

Vælumtókti danski poppbólkurin Creamy, sum er mannaður við føroysku Rannvu og donsku Rebekku, kemur til Føroyar at hava konsert í februar mánaði.

Konsertin við Creamy verður í ítróttarhøllini í Runavík 10. februar, og um tað skuldi veirð útselt til hesa konsertina, verður møguliga ein eykakonsert í Runavík dagin eftir.

Creamy høvdu tvær konsertir í Føroyum í fjør, og tær konsertirnar eydnaðust serstakliga væl. Nógv børn vóru til tiltøkini, og undirhaldið var gott.


Nýggja fløgu

Stutt fyri jól gav Creamy sína næstu fløgu út, og á hesi fløgu syngja tær á enskum. Hendan fløgan hevur selt væl í Danmark.

Nu skal bólkurin undir nýggja konsertferð, og í løtuni venja tey til hesar konsertirnar. Fyrsta konsertin í røðini verður tann í Runavík í februar mánaði, og tí fáa føroyingar eitt nýtt show saman við tónleikinum.

Creamy fara at spæla sangir av bæði nýggju og gomlu fløguni, og nú tær eisini hava sungið á føroyskum, verður okkurt helst eisini at hoyra á móðurmálinum hjá Rannvu.

Atgongumerki til konsertina - sum kosta 135 krónur - fáast í Statoilstøðunum kring landið og í Kunningarstovuni í Havn. Skipað verður fyri góðum samband til konsertinar bæði sunnanífrá og norðanífrá.