Crawling Blue á Youtube

Crawling Blue hevur lagt eina LIVE upptøku av vælumtókta lagnum The Well út á Youtube, og eftir ætlan verður upptøkan eisini útgivin á DVD seinni í ár. www.youtube.com/watch

 

Crawling Blue gav út fløguna The Well 28. mars í ár. Útgávukonsertin, sum var fyri fullsettum Norðurlandahúsið, varð tikin upp, og bólkurin hevur síðani arbeitt eina tíð við at klippa og seta tilfarið saman. Tá bólkurin eisini arbeiðir við at fáa í lag eina konsertferð, er eitt lag lagt út á youtube, so tónleikastevnufyriskiparar kunnu síggja, hvat bólkurin hevur at bjóða.

 

Teir í Crawling Blue siga, at ætlanin er at geva DVD?ina út í ár.

 

www.crawlingblue.com

 

www.myspace.com/crawlingblue