Í kvøld verður konsert í Havnar Klubba. TUTL skipar aftur fyri tiltakinum LABEL NIGHTS, fyri at seta fokus á fløgur sum eru givnar út í ár. Crawling Blue og Oniontree framføra Við frontfigururin Uni R. Debess eru Crawling Blue eitt av føroya bestu blues band. Fløgan ?the Well? kom út í september og seinast bólkurin framførdi live var á ólavsøku í ár. Men nú er aftur møguleiki at hoyra bólkin, og njóta tann góða stemningin.
Við á palli hevur Uni sum altid Eyðun Johannesen á bass og Brandur Jakobsen á trummn.
Spildurnýggja og fyrsta útgávan hjá bólkinum Oniontree kom út í novembur og er ein EP, sum umfatar fýra løg. Hon er upptikin í Kris-Stuff Studio hjá Kristoffur Mørkøre. Tónleikurin er í høvuðsheitum rokkur við sporum av punki í, og tekstir og tónleikur teirra er ofta skrivaður út frá veruligum hendingum. Limirnir í Oniontree eru Sigmund Jørgensen á sang og gittar,Fríði Bjørgvin á gittar og kór, Jan Nyrá á bass og Magnus Ovason á trummum.
Til konsertina verður møguligt at keypa fløgur hja Crawling Blue og Oniontree fyri 100 krónur.
Konsertin byrjar kl 22.