Jóansøkufestivalurin er afturvendandi partur av jóansøkuni á Tvøroyri. Nú verður farið undir at kunngera luttakandi tónleikabólkarnar, og fyrstu nøvnini eru bæði úti við nýggjum fløgum, nevniliga Crawling Blue og 200.
Jóansøkan er skiftivís á Tvøroyri og í Vági. Í ár verður jóansøkan á Tvøroyri, og er Jóansøkufestivalurin partur av stevnuni. Hesaferð verður tónleikatiltakið skipað sum ein stuðulskonsert til frama fyri saltsiloina á Tvøroyri, ið ætlandi skal gerast stásiligt mentanarhús (sí grein aðrastaðni í blaðnum).
Føroyskt og frammi
Tvey tey fyrstu nøvnini, ið Jóansøkufestivalurin hevur valt at kunngera, eru føroysk og frammi júst nú. Báðir bólkarnir hava júst givið fløgu út.
200 hava givið út fløgu, ið er trúgv mótvegis stílinum, ið er føroyskur punktónleikur, ið eisini prikar. Og júst hesi prik til landsins kosnu fólk, hava fingið hesi at gera vart við seg, og hava 200 sostatt fingið ikki so lítið av ókeypis lýsingartíð í bestu senditíð í loftmiðlunum.
Punkbólkurin hevur verið á ferð við tónleikinum frá fløguni, og 200 er avgjørt enn millum fremstu nøvnini, tá talan er um stór nøvn í føroyskum tónleiki í dag, sum veruliga hava funnið nakað serstakt og ein stíl, ið teir, og bert teir, standa fyri.
Crawling Blue er Føroya einasti bluesbólkur. Teir meina nakað við tað, ið teir fáast við, og á odda er Føroya Mr. Blues, Uni R. Debess.
Bólkurin hevur júst givið út fløgu, ið er væl hugsað ígjøgnum, væl spæld, og væl gjørd í allar mátar. Fleiri framleiðarar máttu til, innan Óli Poulsen at enda ljóðblandaði tónleikin soleiðis, at limirnir í bólkinum funnu tað, ið teir vildu hava. Og hetta ber boð um, at her er nakað meira, enn bert ein fløga. Her er ein fløga, ið tónleikararnir hava arbeitt við, og sum teir frammanundan vistu í sínum hugaheimi, hvussi skuldi taka seg út í hátalarunum.
Tvey sterk føroysk nøvn leggur Jóansøkufestivalurin út við, og komandi vikurnar verða fleiri nøvn kunngjørd, siga fyrireikararnir.










