Írski bólkurin The Cranberries hevur kungjørt, at tey nú aftur savnast, fyri at fara á turné fyri fyrstu ferð í 7 ár. Øll upprunamannigin verður við. Dolores O´Riordan, Noel Hogan, Mike Hogan og Fergal Lawler byrja konsertferðina í USA í november og halda so fram í Evropa í byrjanini av 2010.
Tað ljóðar, at bólkurin fer at framføra gomlu Cranberries-klassikararnar, umframt løg frá nýggju fløguni hjá O?Riordan, No Baggage.
-Sìðani bólkurin seinast var savnaður, hava vit arbeitt við ymsum verkætlanum hvør sær. Vit hava fingið fleiri royndir og nú er tíðin komin, har The Cranberries taka samstarvið uppaftur og saman líta fram í tíðina, sigur bólkurin í einum tíðindaskrivi.









