Cowan varðveitti formanssessin

Írski forsætisráðharrin, Brian Cowen, varðveitir formanssessin í stjórnarflokkinum Fianna Fail eftir ta loyniligu misálitisatkvøðugreiðsluna í gjárkvøldið. Cowan fekk undirtøku frá meirilutanum av teimum 71 tinglimunum, men tað er ikki greitt, hvussu stóran meiriluta hann fekk.

Undan atkvøðugreiðsluni hevði uttanríkisráðharrin Micheal Martin boðað frá, at hann fór at atkvøða ímóti Brian Cowen, tí hann er sera misnøgdur við avrikið hjá stjórnarleiðaranum í sambandi við ta stóru fíggjarkreppuna. Aftan á atkvøðugreiðsluna kunngjørdi Martin, at hann leggur frá sær sum uttanríkisráðharri.

Heldur ikki fíggjarmálaráðharrin, Brian Lenihan, er nøgdur við Brian Cowen, men hann atkvøddi kortini fyri at lata hann varðveita formanssessin í Fianna Fail.

Høvdu teir írsku veljararnir sloppið at atkvøtt um Brian Cowen og flokk hansara, høvdu teir helst fingið ein frammaná. Meiningakanningar vísa, at bara 14 prosent av írska fólkinum styðja Fianna Fail.