Írski forsætisráðharrin, Brian Cowen, ætlar ikki at leggja frá sær sum formaður í stjórnarflokkinum Fianna Fáil. Hann kunngjørdi hósdagin, at hann fór at brúka tvey samdøgur til at umhugsa, hvørt hann skuldi leggja frá sær ella ikki. Á einum tíðindafundi í Dublin í gjárkvøldið segði hann, at hann fer ikki frá.
Brian Cowen hevur skotið upp, at flokkurin skal atkvøða, um hann hevur álit á formanninum ella ikki, og tann atkvøðugreiðslan verður týsdagin.
Tað er longu greitt, at Brian Cowen fær ikki stuðul frá øllum ráðharrunum hjá Fianna Fáil. Uttanríkisráðharrin, Micheál Martin, hevur sagt, at hann fer at atkvøða ímóti Brian Cowen.
-Eg havi sagt meg vera til reiðar at leggja frá mær, men Cowan segði, at tað er ikki neyðugt, sigur Micheál Martin.