Coventry vann leygardagin sín dyst í næstbestu ensku deildini. Claus Bech Jørgensen spælir ikki aftur í hesum kappingarárinum vegna skaða, men liðfelagarnir fingu trý stig við heimaftur úr Stoke. Innskifti Adebola skoraði málið fimm minuttir fyri leiklok. Coventry liggur nú nummar 11 við 60 stigum.










