Coventry fekk javnleik

Claus Bech Jørgensen var ikki við á liðnum hjá Coventry, sum leygardagin spældi í næstbestu ensku deildini. Coventry var á heimavølli ímóti Leeds, og tað eydnaðist Coventry at fáa eitt stig burtur úr dystinum. Leeds kom á odda í fyrra hálvleiki, men tveir minuttir fyri leiklok fekk Coventry brotsspark, og tað fingu teir sent í málið til úrslitið 1-1.