Coventry fekk ikki mál

Claus Bech Jørgensen var ikki á liðnum hjá Coventry, sum leygardagin spældi í næstbestu ensku deildini. Coventry spældi á heimavølli ímóti Leicester, og dysturin endaði málleysur, hóast bæði liðini høvdu møguleikar at gera mál. Tað hevur ikki gingið serliga væl hjá Coventry higartil í ár, tí eftir fýra dystir hevur liðið fýra stig og liggur sum nummar 20 av 24 liðum í deildini, sum gongur undir navninum Championship.