Coutinho verður klárur móti Manchester United

Liverpool profilurin er byrjaður at venja aftur eftir drúgvan skaða

Tað eru góð tíðindi fyri Liverpool fjepparar í dag. Stóra stjørnan á liðnum, Philippe Coutinho, er nevniliga byrjaður at venja aftur, eftir drúgva skaðan sum hann fekk móti Sunderland á heimavølli seinast í november.

 

Sambært keldum úr Liverpool er tað væntandi, at Coutinho fer at vera tøkur til grannauppgerðina móti Manchester United á Old Trafford um gott og væl 10 dagar.

 

Liverpool má tó í morgin klára seg uttan brasilska spælstýraran, tá teir skulu spæla í FA-Cup móti oddaliðnum í League Two, Plymouth Argyle.

 

Philippe Coutinho hevur skorað seks mál fyri Liverpool í teimum 14 dystunum, sum hann hevur spælt fyri felagið higartil í ár.