Coutinho til Barcelona í januar

Nógv bendir á, at Liverpool ikki megnar at halda fast í Philippe Coutinho til kappingarenda

Í dag skriva bretsk bløð við góðum keldum í Liverpool FC, at Philippe Coutinho helst verður seldur í hesum flytingarvindeyganum. Spælarin ynskir at skifta og verður ikki við í kvøld, tá Liverpool spælir í FA Cup móti Everton.

 

Les eisini: Barcelona aftur eftir Coutinho

 

Talan er um Paul Joyce (The Times) og James Pearce (Liverpool Echo), sum báðir hava givið til kennar, at teir nú vænta at FC Barcelona hevur fingið takið á Phlippe Coutinho og Liverpool. Nú verður bara bíðað eftir, at FC Barcelona kemur við einum boðið, sum í útgjaldi kemur at liggja um 885 milliónir krónur.

 

Les eisini: Tað gevur ikki meining

 

Paul Joyce skrivar í The Times, at tað nú er samband millum partarnar, umvegis umboðsfólk. At Barcelona eru sinnaðir at gjalda 885 milliónir krónur í útgjaldi, umframt upp til 300 milliónir krónur, alt eftir hvussu tað gongur í framtíðini.

 

Her verður eisini sagt, at eitt av krøvunum fyri at útloysa tær 300 milliónirnar var, at Philippe Coutinho skuldi vinna Ballon d’Or. Tað verður mett sum eitt torført krav at uppfylla, og tí segði Liverpool nei. Nú skulu krøvini verða meiri veruleikakend.

 

Emre Can til Juventus

Tað tykist nú eisini greitt, at Emre Can í summar fer til italska Juventus. Týski miðvallarin, sum á sinni spældi við U21 landsliðið á Tórsvølli, hevur seks mánaðir eftir av sáttmálanum. Tað merkir, at hann kann skifta til Juventus ókeypis.

 

Liverpool og Emre Can hava verið í samráðingum í longri tíð um nýggjan sáttmála, men søgurnar hava sagt, at kravið frá Emre Can hevur ikki staðið í mát við metingina hjá Liverpool av manninum.

 

Liverpool keypti um ársskiftið Vrigil van Dijk frá Southampton fyri 630 milliónir krónur. Nú er líkt til, at felagið fær allar pengarnar aftur frá FC Barcelona. Í summar er avtala gjørd við Naby Keita, sum kemur frá RB Leipzig.