Spælskiparin, Philippe Coutinho hevur verið ein av lyklaspælarunum hjá Liverpool í hesum kappingarárinum. Men nu verður hann uttanfyri við skaða í seks vikur.
Í vikuskiftinum fekk Philippe Coutinho ein øklaskaða í dystinum ímóti Sunderland á Anfield leikvøllinum í Liverpool. Í Liverpool óttaðust tey, at talan fór at verða um ein drúgvan skaða. Men nú vísa kanningarúrslitini, at Philippe Coutinho "bara" verður uttanfyri í seks vikur.
Hetta merkir, at Philippe Coutinho verður ikki við til fjórðingsfinaluna ímóti Leeds í Liga Cup steypakappingini í annaðkvøld. Philippe Coutinho verður heldur tøkur til dystirnar ímóti Bournemouth 4. desember, West Ham 11. desember og Middlesbrough 14. desember i Premier League. Philippe Coutinho verður heldur ikki partur av grannauppgerðini ímóti Everton 19. desember, og dystinum ímóti Stoke 27. desember.
Við heimasíðuna hjá Liverpool sigur høvuðsvenjarin, Jürgen Klopp, at hann veit ikki við vissu nær Philippe Coutinho kann byrja at venja aftur. - Tað einasta eg kann siga við vissu er, at Philippe Coutinho verður uttanfyri í eina góða tíð, segði Jürgen Klopp við enskar miðlar fyrr í dag.
Philippe Coutinho hevur verið sera týðandi fyri Liverpool. Í 13 dystum hevur hann skorað fimm mál, og hevur lagt upp til fimm mál.