Coutinho bjargaði Brasil í evstu løtu

Kosta Rika stóð ímóti í 90 minuttir, áðrenn Philippe Coutinho skoraði

Tað stóð nógv á Brasil, sum í dag vann 2-0 á Kosta Rika í bólki E. Einasta málið í dystinum kom ikki fyrr enn í yvirtíðini, eftir at serliga Neymar hevði spælt ein misjavnan dyst.

 

Brasil hevði allar stjørnurnar tøkar til dystin móti Kosta Rika. Neymar og hansara menn vóru eisini stórfavorittar at vinna dystin, men Kosta Rika stóð væl ímóti. Við ágrýtnum verjuspæli megnaðu teir, at órógva spælið hjá Brasil somikið, at millum annað Neymar bleiv í øðini.

 

Seint í seinna hálvleiki bríkslaði dómarin fyri brotssparki til Brasil, meðan eftir at hava sæð tað á VAR, umbestemmaði hann seg. Tá sá eina løtu út til, at Kosta Rika fór at hóra undan stóra trýstinum.

 

Brasilski venjarin sendi eisini áleyparan, Roberto Firmino, á vøllin fyri ein miðvallara. Tað gav úrslit í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Áleyparnir báðir, Gabriel Jesus og Roberto Firmino, fingu fatur á bóltinum, sum endaði hjá Philippe Coutinho, sum setti eina stórutá á bóltin.

 

Fáar minuttir seinni skoraði so Neymar, tá innskifti Douglas Costa bleiv spældur leysur í høgru og legði bóltin innfyri til Neymar, sum skoraði. Brasil er nú á odda í bólkinum. Seinni í dag spæla Sveis og Serbia.

 

Bólkur E:

Brasil – Kosta Rika 2-0 (0-0)

1-0 Philippe Coutinho, 90+1 

2-0 Neymar Jr, 90+5

 

Støðan:

1.    Brasil 4 (stig)

2.    Serbia 3

3.    Sveis 1

4.    Kosta Rika 0