Courtois skaddur til jóla

Málverjin hjá Chelsea má undir skurð vegna knæskaða og verður væntandi úti í tríggjar mánaðir.

José Mourinho váttaði á tíðindafundi í dag, tað, sum nógv Chelsea-viðhaldsfólk bóru ótta fyri. Málverjin, belgiski Thibaut Courtois, verður skaddur í fleiri mánaðir.

- Knæið má undir skurð og tað er ikki vist, nær hann verður klárur at spæla aftur, segði venjarin hjá Chelsea.

 

Tað var undir venjing í mikudagin, at liðbondini í knænum fingu skaða og málverjin mátti gevast við venjingini. 

- Tað er ein dyggur smeitur, tað er ikki lætt, tá heimsins besti málmaður verður skaddur, segði José Mourinho.

 

Nýinnkeypti Asmir Begovic verjir tí málið hjá Chelsea í útidystinum móti Everton leygardagin. Hann varð keyptur til felagið eftir at Petr Cech varð seldur til Arsenal fyrr í summar. Asmir Begovic hevur longu vart málið fyrr í ár, eftir at Thibaut Courtois fekk reytt kort í ársins fyrsta dysti, móti Swansea.