Umframt høvuðsleiklutin skal Courtney Cox eisini vera framleiðari av sjónvarpsrøðini saman við manni sínum David Arquette. Upptøkurnar byrja í næstum og fyrstu partarnir koma á sjónvarpsskíggjan í heyst, skrivar danska TV2 á heimasíðu síni.
TV2 veit eisini at siga, at verkætlanin hevur skapt eitt sindur av ónøgd millum hini fimm úr Friends, tí Cox brúkti tey í síni research til pilotsendingina av Dirt. Hon skrivaði yvirdrivnar og ófantaligar søgur um tey. Hetta var eina løtu dekan ov nógv av tí góða fyri fyrrverandi vinirnar. Men tey eru sambært keldum øll vorðin væl aftur.