Áhugið hjá Magna fyri tónleiki byrjaði av álvara, tá hann í 1980 byrjaði at lurta eftir Shakin Stevens og øðrum. Heima hjá teimum var nógv lurta eftir tónleiki, tá vóru tað Cliff Richard, Buck Owens og onnur, ið vóru frammi. Seinni byrjaði hann so at spæla í orkestri.
Í 1997 kom hansara fyrsta andaliga fløga út.
Í alt hevur Magni givið seks fløgur út sjálvur. Mest spælda lagið hann syngur, man vera "Við vegin", sum Martin Joensen skrivaði og sum Magni syngur saman við Sigrið Rasmussen.
Magni hevur spælt nógv kring landið til møtir, konsertir, sølustevnir, vígslur, føðingardagar, og í summar verður hann so á palli á country- og bluesfestivalinum.