Leygardagin 28. februar 2015 verður skipað fyri einum føroyskum countrykvøldi á Café Wessel í Ringe á Miðfjóni.
Kendi føroyski countrysangarin, Ragnar í Vík, fer saman við Simon von Konoy at undirhalda.
Skráin er henda: Kl. 18.00-20.00 er døgurði. Kl. 20.00-22.00 syngur og spælir Ragnar sangirnar hjá Hank Williams og øðrum, og frá kl. 22.00-24.00 spælir Simon von Konoy til dans.
Undir dansinum fer ein annar kendur føroyskur tónleikari, Erhard Olsen, at syngja nakrar sangir. Í 60’unum og 70’unum var hann limur í navnframu bólkunum Tónlist og Teimum av Kamarinum.