Countrykongur á pall í Sørvági

Hallur Joensen verður ofta róptur hin føroyski countrykongurin. Hann er kendur bæði í Føroyum og uttanlands.

 

Føroyski countrykongurin gav út sína fyrstu fløgu í 2008. Hetta var ”Pickin’ Time In Nashville”, sum eisini gjørdist mest selda fløga í Føroyum í 2008.

 

Hallur hevur síðan havt aðrar tónleikaútgávur, eins og hann er rættiliga virkin tónleikari.

 

Júst í hesum døgum er Hallur Joensen komin við nýggjari fløgu.

 

Countrykongurin hevur fleiri ferðir verið at sæð á útlendskum hitt-listum. Hann hevur framført sínar sangir, bæði á føroyskum og útlendskum tónleikafestivalum.

 

Á Sørvágs Country-og Blues Festivali er Hallur Joensen eitt av høvuðsnøvnunum, og hann fer á pall í Sørvági nú klokkan 22.

 

Myndina tók Birgir W. Høgnesen.