Hallur Joensen er royndur og navnframur country-sangari her á landi eins og uttanlands, og hann var rættiliga ungur - ja, einans níggju ár - tá hann av reinum og skærum áhuga byrjaði at spæla guitar. Tað var ansurin og eldhugurin fyri ljómlist, sum dreiv tónlistarliga virksemið.
Eingin formliga stovnsettur musikkskúli var í Klaksvík tá, har møguligt var at læra guitaspæl, so Hallur Joensen fór bara sjálvur undir at læra seg.
Henda tilgongd gekk væl, og einans fýra ár seinni spældi hann sum 13 ára gamal fyrstu ferð alment við klaksvíksbólkinum, HAIKO. Síðan hevur hann spælt saman við mongum ymiskum rock- og popp-tónlistabólkum í Klaksvík. Hann spældi eisini bass í nøkur ár í tónlistarliga framkomnum harmonikubólki í Klaksvík.
Í harmonikubólkinum vóru Jørgen Johannesen, eisini róptur Øggi, Martin og Hans. Seinni komu Eiler og Erland upp í bólkin. Hesir kallarnir vóru allir listilærdir harmonikuspælarar, hvør á sín hátt.
Virkna skeiðið sum bassspælari í harmonikubólkinum í Klaksvík førdi til, at Hallur Joensen kom at spæla saman við navnframa svenska harmonikuúrmælinginum, Ebba Jularbo (Oskar Eberhardt Jularbo), í KÍ-høllini árini 1989 og 1990.
Hann flutti síðan til Danmarkar, har hann búði árini 1991 til 2007, og øll árini spældi hann við bólkinum, West & Blues, har hann var ein av syngjandi oddafiskunum. Hesin bólkur ferðaðist dúgliga í Danmark, Svøríki og Noregi øll nítiárini.
Í 2008 fleyg Hallur Joensen til country-staðin, Nashville, fyri at taka upp sang og tónleik til fløguna, ”Pickin Time in Nashville”. Henda fløga setti sølumet í Føroyum hetta árið. Hann hevur givið seks fløgur út, og hin sjeynda verður innspæld í JAKZAC-studio í Tórshavn í heyst.
Hallur Joensen hevur havt eina glógvandi country-karrieru, og hann hevur trinið á pall saman við heimsstjørnum so sum Kris Kristoffersen og bólkinum, The Bellamy Brothers. Hann hevur eisini sungið saman við dugnaligu dóttir síni Jessicu í Hevring-høllini í Danmark.
Í 2013 varð Hallur kosin sum ársins sangari á føroysku tónlistaheiðurssamkomuni, Faroese Music Award. Høvdingurin mikli í countrysanglist fer at spæla og syngja á harmonikufestivalinum, sum Fuglafjarðar Harmonikufelag skipar fyri 24.-26. august.