Komandi vikuskiftið verður skipað fyri countrydansi í Tórshøll, har nýstovnaði
bólkurin Mr. Country fer at undirhalda.
Country er so mangt, verður ofta tikið til, men við Jens Lisberg og fleiri, ið mynda bólkin, er onki at ivast í - tað er tann ódoyggjandi siðvandi country-tónleikurin eftir Charley Pride, Jim Reeves, Hank Williams, Merle Haggard, Buck Owens, Kris Kristofferson, Johnny Cash, Waylon Jennings, Don Williams, og mong onnur, ið verður at hoyra.
Men sjálsagt vera eisini egin løg eins og Linedansur á skránni.
Um so er, at onkur hevur mist sítt cowboy-slips ella sín Cowboy-Hatt burtur, so er tó ikki at himprast við at møta, tí møguleiki er fyri, at ognast alskyns Kùreka-prýðið í barrini.
Ókeypis atgongd er áðrenn 00.00.








