Country vikuskifti í Glitni

DANSUR

Komandi vikuskifti verður country tónleikur í hæddini í Glitni  hugnaliga dansistaðnum á Skálatrøð.
Countrytónleikin hava føroyingar veruliga tikið til sín, og vanligt er at fólk møta fjølment upp at fáa sær ein svingandi countryvals ella bert at lurta eftir teimum eyðkendu "countryslagarunum".
Nú býðst so høvi at koma í Glitnir at njóta vælumtóktan countrytónleik  livandi tónleik frá byrjan til enda, í vælumtókta umhvørvinum í Glitni.

»Her er gott at dansa...«
Dansigólvið í Glitni er helst millum tey bestu í Føroyum, og við livandi tónleiki afturvð er møguleiki veruliga at fáa "luft undir" dansiskógvarnar. Ljóðvðurskifti gera at tú ferð í annan heim, meðan tit fara leikandi løtt yvri dansigólvið.

Fríggjakvøld og leygarkvøld
Tey trý: Njál Reinert Petersen, Mourits Mohr og Sólva Ford, fara at borðreiða við einum slagara fyri og øðrum eftir - bæði fríggjakvøldið 2. og 3 september frá kl.23.30, verður møguleikin at fáa sær ein góðan upplyftandi countrydans.
Hetta er ein gyltur møguleiki at tvinna hugaliga umhvørvið í Glitni saman við góðum tónleiki, so vit síggjast vónandi í Glitni.