Country, kredittur og klassikarar

Ragnar í Vík er byrjaður uppá sína næstu fløgu. Ætlanirnar eru komnar somikið langt, at tá hann um eina viku setir seg í eitt flogfar á veg til Nashville, vendist ikki aftur og Ragnar verður í fyrstu syftu minst einar 200 túsund krónur fátakari, men nøkur upplivilsi og nakrar upptøkur í countrybýnum ríkari


Jú, rætt er tað, at countrysangir ofta snúgva seg um tað, ið er farið og mist. Ein skemtisøga, sum countryfjepparar við sjálvironi halda nógv av, sigur nakað soleiðis: spælir tú eina countryplátu aftureftir, so fært tú hús, bát, bil, konu, børn og hund aftur. Altso alt tað mista.

So galið gongur neyvan hjá Ragnari í Vík og skal hetta als ikki samanberast ella leggjast honum til last. Men countrysangarin úr Vík er farin til verka og næsta fløga hansara er nú komin nakað ávegis. Og slíkt er ikki ókeypis.


Dýrt

Sum áður nevnt, stevnir Ragnar um eina viku ? tann 5. oktober ? til USA. Hann og konan Alis seta kós móti Nashville, mætasta countrybýi av øllum. Ragnar hevur samband við Mike Headrick, sum hevur upptøkuhøli skamt frá Nashville ? í South Pitsburg, Tennesee. Mike er upptøkumaður, countryfjeppari, promotor og framúr tónleikari. Síðani februar hava Ragnar og Mike tingast um fløguætlanina hjá Ragnari og um eina viku fara teir í upptøkuhølini.

Ragnar roknar við, at ætlanin í alt kemur at liggja um einar 450 túsund krónur. Men enn er ætlanin bert komin til upptøkurnar og ferðina til USA og ljóðar fíggjarætlanin hesum viðvíkjandi upp á einar 200 túsund krónur. So er eftir at marknaðarføra og geva út og hetta kostar eisini nógvan pening. Helst aðrar 200 túsund.

Men fyrsti partur av ætlanini er fígging fingin til við láni og stuðuli. Og fyri at venda aftur til skemtisøguna í byrjanini, so sigur Ragnar:

- Gongur tað ikki, so verði eg nokk ikki blakaður út úr húsum mínum, men livifóturin má so lækkast!!



Kend fólk við

Sigast kann, at Ragnar við at fara til USA og Nashville, rættiliga ger um seg. Og tað er veruliga at taka tarvin við hornunum, at fara til miðstøðina hjá teimum røttu neytadrongjunum.

Mike Headrick hevur, umframt studio, eisini eitt lýsingaraparat, ið minnir um tað hjá Steve Cameron, ið hevur sonevndu Hot-discarnar. Ragnar hevur verið við á hesum Hot-discum og er harvið komin til útvarpsstøðir kring allan heim og á ymsar topplistar.

Annar fyrimunur við Mike er, at hann sjálvsagt hevur góð sambond. Og tað er eydnast Ragnari og Mike at fáa eitt nú gamla steelguitarleikaran hjá Hank Williams við, nevniliga Booby Helms. Hesin ferðaðist við Hank og er eldri maður nú, men játtaði beinanvegin at leika við hjá Ragnari.

Ragnar sigur, at hann hevur fingið sera positiv viðmæli, tá hann hevur tosað við fólk úti í heimi um Mike. Tey siga einmælt, at hjá Mike er ein í góðum hondum.


Klassikarar og nýtt tilfar

Fríggjadagin 5. oktober fara Ragnar og Alis til Nashville. Upptøkurnar byrja mánamorgunin klokkan 9 stundisliga. Heimferð er aftur tann 19. oktober.

16 løg eru á skránni. Fleiri eru kendir klassikarar, men eisini nýtt tilfar er við. Kitty Prince, sáli, ið hjálpti Ragnari ikki sørt við fyrru fløguni, eigur tvey av løgunum, Mike eigur 5 løg,og eitt hevur Jógvan Tróndarsson gjørt, meðan Ragnar eigur orðini. Millum tey kendu løgini eru t.d. løg hjá Slim Dusty, sum m.a. eigur Sweeny og Pub with no beer.

Hvør gevur út, er enn ógreitt, eins og fíggjarætlanin enn bert fevnir um fyrsta part av ætlanini, nevniliga upptøkurnar í USA. Heldur ikki er útgávudagurin lagdur fastur, men talan hevur verið um einaferð í mars komandi ár.

Men hví eina fløgu afturat?

- Tað ætlaði eg ongantíð. Men fólk søgdu tá, at eg kundi geva eina út og so var tað frá hondini. Men geva eina fløgu út, tað kann ein als ikki, tí soleiðis er tað ikki. Nú spyrja øll eftir næstu fløguni, sigur Ragnar í Vík.

Og næsta fløgan verður ein framleiðsla úr country miðstøðini Nashville, við kendum løgum og kendum fólkum, sum vita, hvat tey gera.

Og so skuldi verið lag á víkarmanni at sungið ? catch all the fish in the bayou?