Country konsert í stovuni hjá Ruth og Sólbjørn

Hjúnini Ruth og Sólbjørn Thomsen skipa fyri stovukonsert í stovu teirra í Hvannasundsgøtu í Tórshavn.

Hjúnini Ruth og Sólbjørn Thomsen skipa fyri stovukonsert í stovu teirra í Hvannasundsgøtu í Tórshavn leygarkvøldið. Tað er country sangarin Hallur Joensen sum saman við øðrum tónleikarum fer at framføra í stóru stovuni hjá Ruth og Sólbjørn.

 

Ruth Thomsen er forkvinna í Føroya Blindafelag, og hóast Ruth er blind forðar tað henni ikki at skipa fyri konsertini.

 

- Tað verður tosað við meg um alt sum verður gjørt, og eg ætli mær sjálv at baka eykendu brúnu køkuna aftur við kaffinum, sigur Ruth.

 

Fyri nøkrum mánaðum síðani vóru Ruth og Sólbjørn í stovukonsert heima hjá Halli Joensen, sum tey kenna persónliga. Tann upplivingin var so góð, greiðir Ruth Thomsen frá, at hana vildi hon endurskapa. Tað er hugnin og tættleikin, sum ein slík konsert gevur, sum dregur Ruth.

 

- Bæði eg og Sólbjørn dáma væl at hava fólk inni og vit elska tónleik. Og so hava vit gott pláss, so tað fall bara so nátturligt, sigur Ruth Thomsen. Tað passa eini 50-60 fólk inn í stovuna hjá Ruth og Sólbjørn.

 

Tá Hallur Joensen varð spurdur um hann vildi hava stóvukonsert heima hjá Ruth sigur hann ja við tað sama, tí tá Ruth skipar fyri einum tiltaki veit man, at skil er í, sigur hann.

 

- Ruth er ein eldsál og hon er ótrúliga sjálvbjargin. Ein hugsar ikki um, at hon er blind, sigur Hallur Joensen.

 

Sjálvur sigur Hallur at honum dámar væl at hava stovukonsertir, sjálvt um hann ikki hevur roynt tað so ofta. Hann samanber tað við, at man fyrr gekk úr stovu í stovu og segði frá søgum. Hetta er sama útkasti, sigur hann.


- Vit royna at fáa tann stemningin sum er heima í eini stovu so bólkurin og áhoyrararnir verða sum ein familja.

 

Konsertin verður leygarkvøldið  18. oktober kl. 20 og kostar kr. 100,-

 

Neyðugt er at melda seg til á 229657