Country á Hálsi

Leygarkvøldið komandi verður stór country-konsert í Ítróttarhøllini á Hálsi. Tað er ÍF, sum skipar fyri konsertini, har Country-bólkurin úr Klaksvík fer at standa á palli.
Tað er so langt í frá fyrstu ferð, at teir gera um seg, og vanliga hevur verið væl vitjað, tá so er. Byrjað verður kl. 22, og so verður hildið á til klokkan fýra sunnumorgunin. Sagt verður frá fyrireikarunum, at bussar koyra til og dansinum til bygdir í Streym- og Eysturoy.