Tað er nevniliga dagurin, har flestu "Country-fjepparar" hava
møguleikan at njóta heimligan countrytónleik á
altjóðastøði, frambornan av úrmælingum.
Norðurlandahúsið verður helst fullsett, tá Ragar í Vík
og Hallur Joensen og Rannvá Vesturklett fara á pall.
Tó ikki einans Norðurlandahúsið gloppar dyrnar fyri country
tann 18. oktober, tí tá verður eisini serstakt countrykvøld í Tórshøll,
har bólkurin "MR Country" fer at undirhalda.
Við einum av mætastu countrysangarum her á landi, tí navnframa Jens Lisberg, er bólkurin "Mr.Country" vorðin sera væl
umtóktur, so gylt høvi er komandi leygarkvøld í Tórshøll fyri øll sum
elska kúrekatónleik, at fáa country fyri allar pengarnar.