Country-flogfar til Aberdeen

Tá Evi Tausen á páskum fer til Caithness Country Music Festival í Thurso í Skotlandi, verður hetta gjørt við leiguflogfari beinleiðis úr Føroyum.

Evi hevur av álvara gjørt vart við seg á altjóða country-pallinum, síðani hon fyri góðum tveimum árum síðani fór undir fyrstu útgávu sína.

Eitt nú er hon millum tey tilnevndu til at gerast International Artist of the Year, tá hesin skal finnast á stórari stevnu í Dublin, og kalendarin hjá føroysku country-kvinnuni er mest sum fult bókaður fyri summarið.

Eitt av støðunum, har Evi skal spæla, er í Skotlandi, og her er so ætlanin, at leiguflogfar fer beinleiðis úr Føroyum.

- Vit hava valt at gjørt hetta, tí tað skulu bæði fólk og viðføri við á eini slíkari ferð, og tá er munandi lættari at gera ferðina í einum, heldur enn við fleiri millumlendingum, sigur Gudmunur Djurhuus, ið er bæði maður og umboðsmaður hjá Evi.

- Vit hava tí í samstarvi við Fonn-flog og Atlantic Airways gjørt leiguferð, har vit flúgva til Aberdeen skírishósdag og koma aftur annan páskadag. Sjálvandi vóna vit, at hetta verður ein ferð, sum country-fjepparar taka til sín, so vit eisini hava føroyskar áhoyrarar til framførslurnar, men vit fara sjálvandi ikki at seta krøv til, hvat fólk gera á ferðini. Vilja tey bara til Aberdeen at shoppa, so skulu tey sjálvandi eisini sleppa tað, sigur Gudmundur.