Country-buffet í Rio Bravo

Matstovan Rio Bravo í miðbýnum í Havn byrjaði mánadagin við eini nýggjari buffet. Talan er um ein sonevnda Country-buffet við alskyns rættum til kræsnar gómar.

Tær flestu av matstovunum í høvuðsstaðnum hava seinnu árini lagt seg eftir at hava eitt sjálvtøkuborð, eina sonevnda buffet, á miðdegi, og soleiðis er eisini á Rio Bravo í Tórsgøtu í Havn.

Hóskar seg til staðið
At talan er um eina country-buffet, er kanska ógvuliga hóskandi fyri júst Rio Bravo. Matstovan hevur jú sín heilt eyðkenda stíl, um hugsað verður um innbúgv og annað, og tað er júst country-stílurin.
Millum teir mongu rættirnar, ið vóru at fáa henda dagin, ið vit vitjaðu, var eitt nú chili con carne, innbakaðar rækjur og høgguslokkur, hotwings, fleskasteik, oksasteik, høsnarungi, spareribs og mangt, mangt annað. Harafturat var sjálvsagt eisini eitt stórt salatborð. Samanumtikið kann sigast, at buffetin uttan iva hevur okkurt til ein og hvønn góma.
Kári Hentze, stjóri á Rio Bravo, sigur, at úrvalið av rættum á country-buffetini ikki verður tað sama dag um dag, tí roynt verður at hava eitt sindur av variatión í matarskránni. Hann leggur afturat, at kappingin um at fáa fatur á fólkunum, sum fara út at fáa sær ein bita á miðdegi, er hørð, og tí ræður allatíðina um at hava okkurt spennandi at bjóða viðskiftafólkunum.