Klokkan 21.30 í kvøld verður ein sera áhugaverd café konsert á Seglloftinum á Tvøroyri við Halli Joensen, Evi Tausen og Magna Christiansen, sum fara at syngja sínar kendastu sangir og góðar gamlar country klassikarar.
Borðreitt verður við viðskera og onkrum leskandi. Kostnaður er bert 200 kr, og tá er ábit við. Bert 100 atgongumerkir eru til Café konsertina.
Eisini dansur
Country dansur verður aftaná konsertina á Seglloftinum.
Klokkan 24:00 verður dansur við Halli Joensen, Evi Tausen og Magna Christiansen.
Atgongumerki fáast til keyps á Tvøroyri í Effo og Pubbini, og á Torginum í Vági. Til dansin fáast billettir við dyrnar eisini.









