Country & Blues festivalurin kunnger nøvn

Festivalurin í Sørvági hevur nú almannakunngjørt tvey nøvn

Sørvágs Country & Blues Festivalur hevur nú avdúkað tvey tey fyrstu nøvnini, sum skulu framføra á festivalinum í summar.

 

Talan er um eitt føroyskt og eitt útlendskt navn.

 

Føroyingurin er bluesarin Uni Debess, ið hevur spælt á festivalinum fyrr og sum nú aftur fer at gleða festivalgestir við síðnum tínum.

 

Útlendska navnið er úr Hollandi. Talan er um bólk, sum eitur Music Road Pilots, sum spæla modernaðan country rock/pop tónleik. Teir hava verið nomineraðir at gerast heimsins besti bólkur innan nýmótans country tónleik, so talan er um eitt spennandi navn.

 

Sørvágs Country & Blues festivalur verður í døgunum 8-10 juni.