Kendi bólkurin Counting Crows skulu framføra í Vega í Keypmannahavn 18. juni í samband við, at teir geva nýggja fløgu út. Tað eru nú seks ár liðin, síðan Counting Crows komu við fløguni ?Hard Candy?, við m.o. cover-lagnum ?Big Yellow Taxi? hjá Joni Mitchell.
Í 2004 gjørdust teir enn betri umtiknir, eftir at teir komu við sangin ?Accidentaly In Love?, ið var við í teknifilminum Shrek.
Í mars mánaði kemur bólkurin so út við fimtu fløguni, ið ber heitið ?Saturday Nights & Sunday Mornings?, og er innspæld saman við framleiðarunum Gil Norton og Brian Deck.
Gil Norton stendur aftanfyri teir seks sangirnir, ið umboða ?Saturday Nights?, og Brian Deck stendur aftanfyri hinar átta um ?Sunday Mornings?. Saman skulu teir sameina kensluna av at synda um náttina og at angra um morgunin.
Hvussu hetta so ljóðar til eina live framførslu, kanst tú finna út av í juni, tá bólkurin fer til Danmarkar at framføra. Á konsertini fara teir tó vónandi eisini at spæla teir góðu gomlu sangirnar.