Í dag spenna føroysku telvararnir í Dresden frá Í dag er frídagur í OL talvolympiaduni, sum í hesum døgum er í Dresden í Týsklandi. Fimm umfør hava fimm teir seinastu dagarnir verið avgreidd, og tí sigur tað seg sjálvt, at frídagurin er kærkomin.
Í gjárkvøldið varð tað greitt, at Føroyar í 6. umfari skulu telva ímóti Costa Rica, sum er styrkismett eitt sindur hægri enn Føroyar.
Teir fimm telvararnir á føroyska liðnum eru Helgi Dam Ziska, Heini Olsen, John Rødgaard, Jóan Hendrik Andreasen og Martin Poulsen. Fýra telvarar eru í eldinum hvørja ferð.
Í tveimum teimum fyrstu umførunum var Helgi ikki komin til Týsklands. Síðani hann kom niður, hevur Martin Poulsen verið eykamaður.