Costa misti høvdið enn einaferð

Chelsea takkaði fyri seg í FA Cup í kvøld.

Evropeisku fótbóltskappingarnar byrja stútt og støðugt at líða ímóti endanum. Eisini enska FA Cup, har fyrsta av fýra kvartfinalum varð avgreidd í kvøld. Talan var um dyst ímillum Everton og Chelsea, ið varð spældur á Goodison Park.

 

Talan var um javnan dyst, ið bleiv avgjørdur í síðsta korterinum. Krútsterki, belgiski framherjin hjá Everton, Romelu Lukaku, legði fyrst heimaliðið á odda við framúr góðum einmansavriki eftir 78 minuttir, og síðani økti sami maður til 2-0 fýra minuttir seinni, tá ið hann bleiv spældur fríur.

 

Stóra søgan eftir dystin er tó nokk tann, at Diego Costa, sum so mangan áður, fullkomiliga misti høvdið. Hetta var stutt eftir málið hjá Everton til 2-0. Gareth Barry gjørdi fríspark ímóti illsinta framherjanum á miðum vølli, og hetta hóvaði yvirhøvur ikki Costa, ið bæði hálvgum skallaði og beit Barry. Út frá sjónvarpsmyndunum bar tó ikki til at staðfesta greitt, um Costa beit Barry ella ikki. 

 

Hendan hendingin kostaði Costa sítt seinna gula kort og harvið reytt. Barry fekk somuleiðis gult fyri støðuna, og stutt eftir fekk Barry eisini sítt seinna gula kort og reytt fyri eitt heldur óneyðugt fríspark.

 

Hetta er als ikki fyrstu ferð, at Costa stjelur yvirskriftirnar av teimum skeivu orsøkunum. Áður í hesum kappingarárinum slóð hann eisini Arsenal-spælara í høvdið í dysti, sum varð spældur í september. Hesa hendingina slapp Costa órevsaður frá í sjálvum dystinum, men seinni valdi enska fótbóltssambandið at áleggja Costa leikbann í tríggjar dystir fyri hendingina.

 

Les eisini: Wenger: Costa er andstyggiligur

 

So er spurningurin, hvussu langt leikbannið hjá Costa verður eftir dagsins hendingar. Sum minst fer umstríddi framherjin at sita uttanfyri í ein dyst.