Chelsea vann í dag fyrsta dystin í 11. umfari í Premier League móti Liverpool. Úrslitið gjørdist 2-1, eftir at Liverpool koma á odda tíðliga í dystinum. Gary Cahill og Diego Costa skoraðu málini fyri Chelsea, meðan Emre Can skoraði fyri Liverpool.
Liverpool á odda
Undan dystinum varð nógv tosað um dystin í farna kappingarárið, tá Chelsea vann 2-0 og kostaði helst Liverpool meistaraheitið. Hesa ferð fekk Liverpool hol á tíðliga í dystinum, tá týski Emre Can meddaði til uttan fyri brotsteigin. Hann rakti Chelsea verjuspælaran, Gary Cahill, og snýtti Chelsea málverjan.
Leiðslan helt bara í fimm minuttir. Chelsea fekk hornaspark og við aftari stong stóðu Chelsea spælararnir í kø fyri at skjóta bóltin í málið. Tað endaði við, at Gary Cahill átti seinasta fótin á bóltinum.
Chelsea klassar betri
Eftir útjavnandi málið setti Chelsea seg á dystin. Teir vóru betri á bóltinum og teir vóru sterkari í nærdystunum. Liverpool hevði stórar trupulleikar av at spæla bóltin á egnari hálvu, har serliga Dejan Lovren gjørdi tað torført fyri sínar egnu.
Liverpool vóru hepnir at sleppa til hálvleiks við javnleiki. Somuleiðis mundi Mario Balotelli verða heppin at sleppa at spæla seinna hálvleik, tí hann var snøgt sagt ikki til staðar í dystinum. Hann suverent vánaligasti spælarin á vøllin og tíðin í Liverpool er við at koma til ein enda.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki kom avgerandi løtan fyri Chelsea, tá Liverpool verjan enn eina ferð hevði stórar trupulleikar av álopsspælinum hjá Chelsea Hesa ferð stóð Diego Costa við aftari stong og sendi eitt innlegg flatt í málið.
Liverpool royndi at trýsta móti endanum og kunnu helst kenna seg snýttar fyri eitt brotsspark, men talan hevði verið um stuldur, tí Chelsea var samanlagt nógv betri. José Mourinho og hansara menn eru níggju stig frammanfyri Manchester City, sum spælir í kvøld. Liverpool dettur spakuliga niður eftur stigatalvuni og liggur undan restina av hinu dystinum í dag nummar sjey.
Premier League: 11. umfar
Í dag:
Liverpool - Chelsea 1-2 (1-1)
1-0 Emre Can, 9
1-1 Gary Cahill, 14
1-2 Diego Costa, 67