Costa del Nólsoy

Nú verður gjørt klárt til eina størri strond i Nólsoy, við hópinum av sandi.

Nú verður gjørt klárt til eina størri strond i Nólsoy, við hópinum av sandi.

 

Gamla Malarenda keiin var farin so illa, at okkurt mátti gerast. Tí tók Havnar kommuna stig til, at strondin í Nólsoy skuldi gerast størri.

 

Kvinnur í Nólsoy høvdu nevniliga tikin táttin upp at svimja um vikuskifti, og kanska tí gjørdi kommunan av, at gera sandstondina í Nólsoy størri.

 

Fyrst var stoyptur ein kantur fram við har, sum kaikanturin hevði verið, hol var borað í kantin, so sjógvur slapp út aftur, og so varð sandur lagdur á.

 

- Tit fáa so nógvan sand, sum tit vilja hava, sigur verkætlanarleiðarin.

 

Og í vikuni hava lastbilar fleiri ferðir verið í Nólsoy við sandi til strondina. Teir vippa sandin út um garðin, teir hava gjørt, og so lata teir náttúruna orðna restina.

 

Og tað sær rættiliga út til, at hetta kann gerast ein verulig Costa del Nólsoy.

 

Myndina hevur Evy Toftergaard tikið.