Dagurin í dag er eitt gott dømi um, hvussu lokalt veðrið í Føroyum er.
Ímeðan tað ikki sæst ímillum húsini nógvastaðni í Føroyum, er tað sól og heiður himin aðrastaðni.
Í Suðuroy skrivr ein á Faceook í dag, at tað er so nógvur mjørki, at likkurnar eru farnar til gongu.
Men soleiðis er ikki í Leynum, tí har er sandurin mest sum at samanbera við eina baðistrond í suðurlondum.
Leynasandur er vælumtókt ferðamál í góðum veðri og í dag er sanniliga einki undantak.
Sum tað sæst á myndini, hevur ein ørgrynna av fólki leitað sær á Leynasand í dag.
Leysliga mett eru eini 400 til 500 fólk á Leynasandi í dag, og ikki minst eru tað rættiliga nógvar barnafamiljur, sum hava eisini leitað sær á sandin í dag.
Og tey hugna sær óført. Tey svimja, tey sigla í lítlum gummibátum ella tey ligga bara og sóla sær.
Myndina tór Birgir Waag Høgnesen










