Mánadagin fer rætturin í italska býnum Grossetto at viðgera eitt mál í sambandi við vanlukkuna við ferðamannaskipinum Costa Concordia, sum sigldi á land við italsku eysturstrondina í januar í fjør.Vanlukkan kostaði 32 mannalív.
Tey, sum sluppu frá vanlukkuni á lívi, hava kravt 400 milliónir evrur í endurgjaldi, og rætturin skal nú taka støðu til, hvør skal ábyrgjast fyri vanlukkuna.
Reiðaríið hevur givið skiparanum, Francesco Schettino, skyldina av tí, sum hendi, og hann er eisini lagdur undir at vera farin av skipinum, meðan fult av fólki var eftir umborð. Men skiparin, sum eitt skifti bleiv umrøddur sum tann mest hataði maðurin í Italia, noktar seg sekan í øllum skuldsetingum.









