Costa Concordia komin heimaftur

Costa Condordia er nú komið til Genoa, har skipið skal høggjast upp.

Tað tók fýra dagar at toga tað risastóra ferðamannaskipið frá oynni Giglio til Genoa. Í løtuni liggur skipið fyri akkeri knappar tveir fjórðingar uttan fyri havnina.

 

Summi stúrdu fyri, at skipið kundi brotna av um tvøran, nú tað bleiv togað norðureftir, og italski umhvørvismálaráðharrin, Gian Luca Galletti, duldi heldur ikki fyri, at hann var fegin, nú skipið var komið til Genoa.

 

Ymiskt skal takast úr Costa Concordia, meðan skipið liggur fyri akkeri uttanfyri, so tað verður lættari, tá tað loksins skal togast inn í havnina til upphøggingar. Teir, sum hava átikið sær at høggja skipið upp, vænta at fáa millum 40.000 og 50.000 tons av stáli, sum skal endurnýtast í byggivinnuni. 

 

Costa Concordia er bygt í Genoa, so á ein hátt kann sigast, at skipið nú er komið heimaftur, skrivar AFP.