Costa Concordia farin á seinastu ferðina

Italska ferðamannaskipið er nú á veg til Genoa, har tað skal høggjast upp.

Eftir fyrireikingar í meiri enn tvey ár eru sleipibátar nú farnir undir at toga tað stóra ferðamannaskipið til Genoa, har tað skal høggjast upp.

 

Nógvir verkfrøðingar og serfrøðingar av ymsum øðrum slagi hava verið uppi í fyrireikingunum, og sambært italskum fjølmiðlum fara fyrireikingarnar og sleipið at kosta 2,5 milliardir dollarar. 

 

Costa Concordia fór á land við oynna Giglio tann 13. januar í 2012. 32 fólk doyðu. Skiparin er ákærdur fyri ósketni og fyri at vera farin av skipinum sum ein av teimum fyrstu. Verður hann dømdur sekur, kann hann í ringasta føri fáa 30 ára fongsul.