Fríggjamorgunin kom italska ferðamannaskipið Costa Allegra á Havnina. Costa Allegra er tað fyrsta av teimum størru ferðamannaskipunum, ið vitja á Havnini í summar. Tvey smærri ferðamannaskip hava verið á vitjan fyrr í ár.
Umborð á Costa Allegra eru 800 ferðafólk, og tey flestu av teimum eru úr Italia og Fraklandi. Costa Allegra kom á Havnina klokkan hálvgum sjey fríggjamorgunin og fór avstað aftur um hálvgum fimmtíðina seinnapartin fríggjadagin.










