The Academy of Motion Picture Arts and Sciences, ið er felagsskapurin, ið á hvørjum ári handar út Oscar-virðislønirnar, boðar nú frá, at avgerð er tikin um tveita Bill Cosby og Roman Polanski úr akademinum. Sostatt hava teir báðir mist limaskapin í ein av týdningarmestu felagsskapum innan filmsídnaðin í Hollywood. Tað skrivar CNN.
Avgerðin kemur í kjalarvørrinum av, at Bill Cosby í farna mánaði bleiv funnin sekur í kynsligum ágangi. Í USA er Bill Cosby best kendur fyri sín leiklut í sjónvarpsrøðini The Cosby Show.
Amerikanski filmsframleiðarin Roman Polanski, ið vann eina Oscar-virðisløn í 2003 fyri filmin The Pianist, hevur síðan 1977 verið ákærdur fyri neyðtøku av eini 13 ára gamlari gentu. Filmsframleiðarin rýmdi av landinum áðrenn løgreglan fekk handtikið hann og hevur hann livað í útlegd síðan.
Talan er ikki um fyrstu ferð, at Oscar-akdademiið burturvístur persónar fyri tað, ið felagsskapurin nevnir fyri brot á teirra reglur fyri atferð. Í fjør bleiv filmsframleiðarin Harry Weinstein burturvístur eftir, at fleiri kvinnur alment greiddu frá hvussu hann hevði misnýtt sína máttmiklu støðu í vinnuni til at gera seg inn á kvinnur. Fleiri kvinnur hava ákært filmsframleiðaran fyri kynsligan ágang og neyðtøku.
Longu tá vóru røddir frammi, ið funnist at Oscar-akdademinum fyri ikki samstundis at burturvísa Bill Cosby og Roman Polanski.