Coronavirus: Norðurlendingar í karantenu á Tenerifa

Ein italskur ferðamaður á Tenerifa er smittaður við coronavirus, og tað hevur sent eini 1000 ferðafólk í karantenu.

Í minsta lagi fimm danir eru saman við eini 1.000 øðrum ferðafólkum í karantenu á einum hotelli í býnum Adeje á sponsku frítíðaroynni Tenerifa.

Ferðaskrivstovan TUI upplýsti áður, at talan var um tríggjar danir.

Men í morgun upplýsir ferðskrivstovan Bravo Tours fyri TV2, at tveir danir afturat eru á hotellinum í Tenerife.

Gestirnir eru í karantenu, eftir at ein italskur ferðamaður á oynni er smittaður við coronavirus.

Talan er um hotellið H10 Costa Adeje Palace, sum verður nýtt av bæði Bravo Tours, Sun Tours og TUI Danmark.

Fleiri norðurlendingar eru á hotellinum. Talan er um sviar, finnar og danir, upplýsir miðlastjórin hjá TUI fyri TV2.

Italski ferðamaðurin hevði fepur og vendi sær sunnudagin til eina privata klinik.

Tað er síðani ávíst, at hann er smittaður við coronavirus.

Maðurin, sum er lækni, er nú innlagdur á einum lokalum sjúkrahúsi.

/ritzau/