Coronavirus í Føroyum: Fýra fólk eru í karantenu

Talan er um ein persón í Tórshavnarøkinum, sum er smittaður við coronavirus.

Maðurin hevur verið á ráðstevnu í París, og kom heim aftur 24. februar.

Í gjár varð ringt til hasara við boðum um, at onkur á ráðstevnuni í París varð smittaður við coronavirus, og hann varð biðin um at lata seg kanna.

Tí vendi hann sær til læknan í gjár um at verða testaður, og hann varð staðfestur positivur.

Fýra fólk eru tilsamans í húskinum hjá manninum, og tey eru øll farin í karantenu í 14 dagar.

Maðurin kom heim við flogfari 24. februar. Men hini ferðafólkini í flogfarinum verða ikki kannað.

Upplýst varð á tíðindafundinum í Heilsumálaráðnum, at tíðin er farin frá tí. Tey fara bara at kanna fólk, sum maðurin hevur verið í sambandi við síðani 27. februar, tí hini eru ikki í smittuvanda.

Heilsumyndugleikarnir fara nú at seta seg í sambandi við øll fólkini, sum maðurin hevur havt samband við síðani 27. februar.

Á tíðindafundinum varð eisini dentur lagdur á, hvussu týðandi tað er at verja seg. Serliga at verja gomul fólk, sjúk fólk og eldri fólk. Tey heittu á fólk um at vera øgiliga varin, um at vaska hendur, og serligan týdning hevur tað, at heilsustarvsfólk eru serliga varin – tey sum arbeiða við eldri fólkum og sjúkum fólkum, har fólk eru í serligum vandabólki.

Maðurin, sum er staðfestur positivur við coronavirus, hevur ikki víst serlig sjúkutekin, uttan lítla krímsjúku.